Gangandi Skógvar spæla á MÚ-tiltakinum

Gangandi Skógvar spæla á MÚ-tiltakinum

150 150 Elin Brimheim Heinesen

Teir tríggir ungu dreingirnir – Harald, Rasmus og Bergur, sum spæla ávikavist trummur, klaver og bass, rópa seg Gangandi Skógvar

Teir arbeiða mest saman, tá tað er til ymiskar verkætlanir hjá øðrum listafólki og tónleikarum. Tvs. spæla undir til hjá solistum, til leikir og hvat nú einaferð høvi býðst til.

Men eisini hava teir teirra egnu verkætlan malandi við síðuna av øllum hinum. Her gera teir teirra egnu útsetingar av kendum sálmum og fólkaløgum og eisini egin løg.

Tað verður júst hetta luttakararnir fara at hoyra í døgurðasteðginum á tiltakinum til Markleysari Útbúgving.

 

Leave a Reply