Ein spennandi skrá er ment við vegleiðingum innan útbúgving.
Høvuðsrøðari verður Tóra E. Mortensen frá “Kvinnu”, ið kemur fyrrapartin.
Vit hava eisini fingið onnur fólk við væleydnaðum royndum og við merkisverdum útbúgvingum og karrierum/arbeiðsroyndum úr ymsum geirum. Les meiri um tað her.
Tónleikabrotið á miðmála verður við bólkinum Fýrklang. Tey, ið manna bólkin, eru: Katrina Olsen – saksofon, Oddur Joensen – gittar, Djóni Nolsøe Fischer – bass, Harald Fonsdal Johannesen – trummur.
Jákup Veyhe undirheldur eftir steðgin.
Eftirmeting verður av MÚ tiltakinum innan seinasta umfar og lutakast við góðum vinningum verður kl. 15.10 millum næmingar, sum eru á staðnum.
Leave a Reply