Føroyski arbeiðsmarknaðurin – Hvørjar førleikar tørvar vinnuni framyvir? Hvørjar broytingar kunnu væntast á føroyska arbeiðsmarknaðinum? Hvørji størv verða raðfest í framtíðini? Hvussu kann ungdómurin fyrireika seg til eitt arbeiðslív við góðum møguleikum í Føroyum? Hetta verður nakað av tí, sum Marita Rasmussen fer at tosa um á Markleys útbúgving.

Kunsten at træffe et valg.
Nogle af de valg vi skal træffe, kan være vanskeligere end andre – fx kan det være svært at vælge uddannelse.
Jeg vil give nogle ideer til, hvad du skal være obs på, når du træffer valg om uddannelse.

TÍÐIR
HØLLIN: BETRI
SKÁLIN: FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
NORÐURSTOVA: HIDDENFJORD
DANSISTOVAN: MFS

10.05-10.25

Sanne Højlyng, frá e-Vejledning, greiðir frá um Kvotu 2 umsóknir í Danmark.

Á Fróðskaparsetri Føroya kanst tú taka útbúgvingar innan samfelagsvísindi, hugvísindi og náttúruvísindi

Setrið hevur í løtuni hesar bachelorútbúgvingar:

  • Føroyskt mál og bókmentir
  • Søga
  • Politikkur og umsiting
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • Sjúkrarøktarfrøði
  • Undirvísing (fólkaskúlalærari)
  • Námsfrøði
  • Vistfrøði
  • Havlívfrøði
  • Mýlsk lívfrøði
  • KT-verkfrøð
  • Búskaparfrøði
  • Orkuverkfrøði
  • Orkuvísindi
  • Orkuvísindi + støddfrøði

Harumframt bjóðar Setrið út fleiri master- og hjánámsútbúgvingar, t.d. í støddfrøði.

Byrja á Setrinum og enda á Setrinum!
Tá ein lesur á Setrinum, hevur ein t.d. góðar møguleikar at taka partar av útbúgvingini uttanlands.

Framløgufólk:
Rannvá Dávadóttir
setur.fo

Du är välkommen att studera i Sverige!

Din gymnasieutbildning från Färöarna som ger behörighet till högskolestudier i Färöarna kan också ge grundläggande behörighet till högskolestudier i Sverige.
Läs mer: https://www.antagning.se/sv/Det-har-galler-for-dig-som-gatt/Utlandsk-gymnasieutbildning/

Det är ingen anmälnings- eller studieavgift för studier i Sverige för dig som kommer från Färöarna. Vill du veta mer om studier i Sverige läs på Studera.nu http://www.studera.nu/ eller på engelska Study in Sweden
https://studyinsweden.se/

Om du har frågor om studier i Sverige kan du skriva till mig: mats.olofors@gmail.com

Framløgufólk

Lena Olof-ors, studievägledare, Uppsala
studera.nu

10.35 – 10.55

Advantages and benefits of studying in the UK

  • How to apply?
  • What are the entry requirements?
  • How much are the tuition fees?
  • How will Brexit affect it all?
  • Get the answers to all these questions and more.

Framløgufólk:
Kieran Ferguson– International Officer at University of Aberdeen
ucas.com

Útbúgvingarleiðarin Hannes Gislason, professari, Ph.d., umframt lesandi kunnar um vælumtóktu B.Sc.-útbúgvingina í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sum verður veitt í samstarvi við føroysku KT-vinnuna og svenska Mittuniversitetið.

Henda útbúgving leggur serliga dent á forritan av KT-skipanum. Tú lærir um teldufrøði og forritan, stødd- og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, app-forritan til fartelefonir, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring. Umframt at einamest tveir professarar og eitt hjálparfólk arbeiða við gransking og hesi útbúgving, so er ein týðandi partur av útbúgvingini grundaður á gott samstarv við vælútbúgvin fólk úr føroysku KT-vinnuni. Eisini eru uml. 25% av skeiðunum í útbúgvingini fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum úr Svøríki. Stórur áhugi er fyri KT-verkfrøði, og í 2018 vóru 51 umsóknir til útbúgvingina. Tá avtornaði fingu 45 bjóðað lestrarpláss á 3-ára longu BSc.-útbúgvingini KT-verkfrøði, harav 38 tóku av tilboðnum. Soleiðis gjørdist KT-verkfrøði tað størsta holdið á Fróðskaparsetur Føroya, sum byrjaði í 2018. Tilsamans eru 76 skrásett lesandi í KT-verkfrøði við lestrarbyrjan 2018. Upptøku er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020.

Framløgufólk:
Hannes Gislason
setur.fo

MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) er felagsskapurin hjá teimum føroysku lesandi.

Vit eru til taks at hjálpa við at bøta um viðurskiftini hjá teimum lesandi kring heimin. Vit eru stovunurin, sum tit kunnu venda tykkum til, tá ið tað er okkurt sum tykkum ikki dámar. Tit hava eisini møguleikan at koma við tankum, um tað er okkurt, sum tit hildu skuldi verið øðrvísi.

Framløgufólk:
Elsa Johannesen
mfs.fo

How does that work?

You are thinking about going abroad to study but still don’t really know where? What about France?

What is France known for?

  • One of the best education systems
  • the famous French “art de vivre”
  • excellent cheese and wine
  • many cultural activities
  • a great student life

… so many examples of what makes it the perfect destination!

During this presentation on September 17 in Tórshavn, we will provide you all the necessary information to plan your stay in France. We are looking forward to meeting you there!

Framløgufólk:
Pierre Leprince
institutfrancais.dk

11.05-11.25

Hvad får du med hjem i bagagen fra en rejse med Dansk Studie Center?

Alt dette og meget mere:

  • Uforglemmelige rejse- & kulturoplevelser
  • Ubeskriveligt og unikt fællesskab med andre rejselystne unge
  • Ny inspiration, mere gå-på-mod & styrkede kompetencer
  • Indsigt i anderledes kulturer
  • Inspirerende og relevant undervisning
  • Rejseleder med på hele rejsen

Du får kort sagt en grupperejse for unge med unikt indhold, der styrker dig til fremtiden.

Framløgufólk:
Sara Wind
danskstudiecenter.dk

Á Fróðskaparseturi Føroya ber til at lesa BSc í lívfrøði á trimum lestrarleiðum: Havlívfrøði, vistfrøði og mýlalívsvísindi.

Lesturin tekur 3 ár. Grundleggjandi felagslærugreinir verða samlisnar í byrjanini og 1 ½ ár fram. Hereftir koma serlærugreinar, sum eyðkenna lestrarleiðirnar. Nám og rannsókn hava grundstøði í føroysku náttúruni. Prógv, lokin í nevndu útbúgvingum, eru altjóðað viðurkend og geva atgongd til framhaldslestur uttanlands.

Framløgufólk:
Jónrit Halling
setur.fo

Útbúgving og arbeiðsroyndir – tú fært bæði í Betri

Sum næmingur í Betri fært tú innlit í praktiskar arbeiðsuppgávur og eina útbúgving við í pakkanum. Harumframt hevur tú nógvar møguleikar aftaná tú ert liðug/ur sum næmingur. Vilt tú verða meklari? Kundaráðgevi? Leiðari? Hoyr meira um møguleikarnar í Betri.

 

Framløgufólk:
Anna Maria Toftegaard og Jákup Andrias Hansen
betri.fo

Kom og hør om hvordan det er, at læse på et amerikansk universitet, samt grundene til at USA er et helt særligt sted at studere.

Vi giver dig et overblik over hele processen, der hører med til at ansøge om en plads på et amerikansk universitet, heriblandt hvordan man får visum og hvordan man finansierer sit ophold.

Framløgufólk:
Advisor & Program Coordinator, Sofie Hoxer at Fulbright Center Denmark
www.fulbrightcenter.dk

11.35-11.55

Karla Neslíð kemur at greiða frá um hennara val um at lesa í Føroyum, og um lestrarlívið í Føroyum.

Til ber at taka tríggjar ymiskar B.A.-útbúgvingar í søgu, samfelagsfrøði og polittikki.
Hetta eru útbúgvingar, sum kunnu lata fleiri hurðar upp.

Í framløguni verður sagt frá um B.A.-útbúgvingarnar í ‘Søgu’, ‘Politikki og umsiting’ og ‘Sosialvísindi og samfelagsplanlegging’. Greitt verður frá profili, innihaldi, og hvat útbúgvingin kann brúkast til.

Framløgufólk:
Jens C. S. Justinussen og Erling Isholm
setur.fo

Kom og hoyr um hvat tú serliga skal hugsa um tá tú fer uttanlands at lesa.

Á framløguni verður greitt frá um tilgongdina at søkja inn, søkja um stuðul til livikostnað og skúlagjald. Um stuðulsmøguleikar umvegis grunnar og Nordplus.

Góð ráð til at lesa frá útbúgvingarvegleiðaranum.

 

Framløgufólk

Bára A. Haraldsen

Studni.fo/utbugvingarvegleidarin

­­­­­

Í framløguni verður greitt frá, hvat ein lærlingaútbúgving er og hvussu ein blívur lærlingur.
Hvussu longi tekur tað? Nær fær man stytting? Og greitt verður eisini frá um skúlagongd og lønarviðurskifti.

 

Framløgufólk

Maiken Skarðenni, vegleiðari á Yrkisdeplinum

yrkisdepilin.fo

11.55-12.30: STEÐGUR / ÁBIT

12.30-12.50

­­­­­Studni vitjar fyri at greiða frá um, hvørjir møguleikar eru fyri útbúgvingarstuðli hjá lesandi føroyingum í Føroyum og uttanlands.

Framløgufólk:
Jørgen Meitilberg
studni.fo

Til ber at lesa búskaparfrøði á Setrinum – bæði tjóðar- og virkisbúskap

Útbúgvingin gevur hollan kunnleika til og førleikar í bæði tjóðarbúskaparligum og virkisbúskaparligum evnum. Hon er ætlað at gera tey lesandi før fyri at røkja størv í privatum fyritøkum og almennum stovnum, tá tey eru liðug, og at geva teimum møguleika at søkja upptøku á víðari lestri – bæði uttanlands og í Føroyum.

Framløgufólk:
Herit Albinus
setur.fo

Bjarni Rasmusen lesur á Wharton University í Philadelphia. Hann kemur, á eini video framløgu, at greiða frá um sítt lestrarlív í USA, og hvat tú serliga skal hugsa um tá ið tú fert til USA at lesa.

I Island findes der syv universiteter og mange andre institutioner der kunne være af interesse for færinger, f.eks. kunststudier og et flyakademi. Dóra Stefánsdóttir vil præsentere forskellige af disse muligheder og fortælle om hvordan man kan søge, hvordan det er at finde bolig og hvad det koster at studere i Island.

Framløgufólk:
Dóra Stefansdóttir
studyiniceland.is

13.00-13.20

Silja Joensen kemur at greiða frá um hennara lestarlív í Danmark, og hvat tú serliga skal hugsað um tá ið tú fert til Danmarkar at lesa.

­­­­­Vegurin til eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv

Kom og hoyr meira um læraraútbúgvingina – um upptøkukrøv, innihald og skipan av útbúgvingini, um arbeiðsmøguleikar eftir loknan lestur og um møguleikar fyri víðari lestri. Lestrarvegleiðarin fyri læraraútbúgvingina og námsfrøðinga-útbúgvingina greiðir frá og svarar spurningum. Verið vælkomin.

Framløgufólk:
Paulina Poulsen, lestrarvegleiðari á NÁD, og ein læraralesandi
setur.fo

Medisin/odontologi lesnaður í Stettin, Pólland.

Í Pomeranian Medical University (PUM), Stettin, er møguleiki fyri at taka 6 ára medisin útbúgving, MD, og eina 5 ára tannlækna útbúgving, DMD.

  • Hvussu sleppur ein inn á PUM?
  • Hvussu er undirvísing skipað á PUM?
  • Eru aðrir føroyingar á PUM?
  • Hvussu er at liva í Stettin?

Ein útbúgving á PUM, er ein góður møguleiki fyri tey, ið antin ikki hava møguleika fyri at lesa í Danmark, ella bert ynskja eina annarleiðis lestraruppliving: Tú kemur at kenna fólk út ymiskum londum enn bert Føroyar/Danmark, og tú kemur at læra ein heilt annan undirvísingarhátt og uppliva eitt nýtt lestrarumhvørvi.

Framløgufólk:
Holger Arnbjerg
pum.edu.pl

I Norge har du mange spennende muligheter for å ta videregående uddannelse (På norsk: høyere utdanning).

  • Hvorfor ikke studere fiskeri i Tromsø?
  • Fornybar energi i Trondheim?
  • Turisme i Lofoten?
  • Eller ta et friår på højskole, for å oppleve norske fjell og fjorder?

I dette innlegget lærer du alt du trenger å vite om å studere i Norge og om det norske utdanningssystemet

  • hvordan du søker
  • hvordan du kan finne bolig, og
  • hvordan du kan få jobb ved siden av studiene.

Utdanning i Norge er gratis, men visste du at du også kan få dansk SU på ca. 6000 kr. om måneden?

I korte trekk vil jeg fortelle om de forskjellige mulighetene man har knyttet til utdanning i Norge. Og også noe om hvordan staten og de omkringliggende rammeverket legger til rette for at mennesker skal studere i Norge.

Framløgufólk:
Ann Helen Evertsen
unginfo.no

13.30-13.50

Linda Niclasen hevur kontór á 11.000 metra hædd. Hon er flogskipari og starvast hjá Atlantic Airways. Hon kemur at greiða frá um flogskipara útbúgvingina, og um hennara lestrartíð.

Føroyamálsdeildin veitir hjánámslestur B.A.-, M.A.- og Ph.d.-útbúgvingar.

Útbúgvingarnar leggja høvuðsdentin á føroyskt mál og bókmentir frá elstu tíð til okkara dagar og samband teirra við føroyska søgu og mentan sum heild. Mál og bókmentir verða lýst í norðurlendskum høpi, og harafturat verður hugt at fyritreytum teirra í evropeiskari søgu, heimspeki og mentan. Námini í føroyskum á Føroyamálsdeildini hava serstøðu sum útbúgvingar í móðurmálinum.

Framløgufólk:
Zakaris Hansen og Jens Dam Ziska
setur.fo

Bjarni Larsen kemur at greiða frá um hansara lestrarlív í Noregi. Hann hevur lisið Fiskerifag í Tromsø, og starvast hjá Bakkafrost.

Ólavur í Geil hevur lisið í Onglandi. Hann kemur at greiða frá um sítt lestrarlív har, og hvat tú serliga skal hugsa um tá ið tú fert til Onglands at lesa.

14.00-14.20

Ug.dk er den nationale information- og vejledningsportal i Danmark

Her kan du finde information om uddannelser, finde værktøjer til inspiration og uddannelsesvejledning via digitale medier.

Jeg vil vise online, hvordan du kan bruge ug.dk i din søgen efter informationer ud fra konkrete eksempler.

Framløgufólk:
Sanne Højlyng, E-vejledningen i Danmark
ug.dk

Yrkisakademi- akademi- og diplomstøði

Kunnað verður um fulltíðar útbúgvingarnar

‘Fíggjarbúskapur’ og ‘Byggitøkni’.

‘Marknaðarførslu-búskapur’ og ‘Framleiðslutøkni‘

Kunnað verður somuleiðis um parttíðar útbúgvingarnar, HD, Akademiútbúgivng og DLÚ.

Framløgufólk:
Finn Jensen, dekanur
glasir.fo

Droymir tú um eina framtíð innan tónleik?

At fara undir framhaldslestur innan tónleik krevur annarleiðis fyrireiking enn vanligt miðnámsprógv, av tí at upptøka á tónlistaskúla, har ið tað snýr seg um at framføra ella gera tónleik, altíð er við upptøkuroynd, har ið umsøkjarin fær ávísa tíð at vísa síni evni.  Tú hevur 15-20 minuttir. Ger so væl!

Musikkskúlamiðnám er skræddaraseymað útbúgvingartilboð til júst hetta. Hetta er ein útbúgving í tónleiki, ið hevur til endamáls at fyrireika tónleikarar til hægri lestur á lærdum tónlistarskúlum. Allar greinar innan tónleik eru umboðaðar og undirvíst verður í flestøllum ljóðførum, sangskriving, tónasmíð og produktión.

Næmingurin skal standa upptøkuroynd, har ið mannagongdin er júst hin sama sum til konservatorium.

Dentur verður lagdur á:

  • at menna førleikan hjá tí einstaka
  • at styrkja um evnini at koma “út um pallin”
  • at gerast fríur og
  • at finna inn til kjarnina í tí at framføra, at skapa, at virka innan yrkistónleik.

Eftir trý ára skúlagongd á Musikkskúlamiðnámi, lýkur tú øll krøv til upptøkuroyndina á einumhvørjum tónlistarskúla úti í heimi. Tað er hugurin, evnini og títt áræði, ið er grundarlagið.  Her er slóð til upplýsingar um Musikkskúla miðnám: http://tm.fo/midnam/

Framløgufólk:
Ólavur Jakobsen
http://tm.fo/midnam/

14.30-14.50

Sjúkrarøktarfrøði-deildin á Setrinum hevur tvær framløgur.
Tann fyrra er um útbúgvingina:

  • Hvussu er útbúgvingin skipað
  • Ástøði og klinikk hond í hond
  • Hvørjir møguleikar eru at fara uttanlanda í praktikk

Seinnu framløguna heldur ein lesandi á Sjúkrarøktarfrøði-deildini:

  • Hví valdi eg at lesa til sjúkrarøktarfrøðing
  • Hvørjar væntanir hevði eg til lesnaðin
  • Hvussu hevur lestratíðin verið higartil

Framløgufólk:
Johild Dulavík, lestrarvegleiðari á Sjúkrarøktarfrøði-deildini, og ein lesandi.
setur.fo

Napoleon Smith kemur at greiða frá um sítt lestrarlív í Týsklandi og Fraklandi. Eisini fer hann at greiða frá um hvat tú skal vita áðrenn tú fert til Týsklands ella Fraklands at lesa.

Tóra Olsen kemur at greiða frá um valið at fara undir handilslæru, og um tíðina um handilslærlingur.

15.00: Lutakast í forhøllini um festivalpakkan o.a.

15.15: “Farvæl og gott lestrarval”