Myndir frá MÚ 2017

150 150 Elin Brimheim Heinesen

Rigmor Dam, mentamálaráðharri, setti tiltakið Markleys Útbúgving, sum var í Norðurlandahúsinum hósdagin 14. september frá kl. 9.00 til 15.00.

Rigmor Dam, mentamálaráðharri

Høllin var so gott sum fullsett frá morgunstundini.

Básurin hjá Fróðskaparsetri Føroya

Ottar í Hjøllum hevði nógv vitjandi á sínum bási

Jóannes Jacobsen hevði framløgu í Dansistovuni um Búskaparfrøði á Setrinum

Gangandi Skógvar spældu í Klingruni í døgurðasteðginum

Kent Fernandez úr Bretlandi helt framløgu umvegis Skype í Skálanum um at skriva góðar umsóknir

Hóraldur Joensen hevði framløgu um lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini á Setrinum

Paulina Poulsen og ein námsfrøðilesandi hildu framløgu um at lesa námsfrøði á Setrinum

Nógv vitjaðu básin hjá Dansk Studiecenter

Gangandi Skógvar spæla á MÚ-tiltakinum

150 150 Elin Brimheim Heinesen

Teir tríggir ungu dreingirnir – Harald, Rasmus og Bergur, sum spæla ávikavist trummur, klaver og bass, rópa seg Gangandi Skógvar

Teir arbeiða mest saman, tá tað er til ymiskar verkætlanir hjá øðrum listafólki og tónleikarum. Tvs. spæla undir til hjá solistum, til leikir og hvat nú einaferð høvi býðst til.

Men eisini hava teir teirra egnu verkætlan malandi við síðuna av øllum hinum. Her gera teir teirra egnu útsetingar av kendum sálmum og fólkaløgum og eisini egin løg.

Tað verður júst hetta luttakararnir fara at hoyra í døgurðasteðginum á tiltakinum til Markleysari Útbúgving.

 

Nú var hon her. Heimasíðan hjá Markleys Útbúgving.

150 150 niels

Í ár hava vit gjørt eina heimasíðu, har tú kanst síggja skránna fyri MÚ-dagin, og lesa meira um hvørja framløgu, so tú fært eitt betri útgangsstøði til at velja millum allar tær spennandi framløgurnar um útbúgvingar o.a.

Harafturat fara PPT-framløgurnar at liggja á heimasíðuni eftir 14. september, so næmingar og onnur hava møguleika fyri at síggja tær aftur.

Heimasíðan hevur eisini viðkomandi slóðir og kontaktupplýsingar til Altjóða Skrivstovna, so tað er lætt at seta seg í samband við vegleiðing um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, Danmark og restini av heiminum.