Hvat er MÚ?

Markleys útbúgving hjálpir tær víðari við tínari útbúgving. Vit hava lagt dagin soleiðis til rættis, at tú kanst fáa bestu skránna við nógvum spennandi framløgum.

Hvat kostar MÚ?

Tað er ókeypis

 Nær er MÚ?

17. september 2019 kl. 9.00 – 15.15

Hvar er MÚ?

MÚ er í Norðurlandahúsinum

Útbúgving hevur ongantið verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongangtið verið fleiri. Sama hvat tú velur, so ræður um at fáa sær eina útbúgving. Vel millum fjølbroyttu møguleikarnar í Føroyum – ella far í onnur lond og fá tær útbúgving. Tað er hetta Mú – MARKLEYS útbúgving – leggur dent á.

Vegna fyrireikingarbólkin:

Karla Neslíð, MFS
Rannvá Dam í Baianstovu, Ráð teirra lesandi í Føroyum
Hans Mikkelsen, Vegleiðarafelagið
Johild Dulavík, lestrarvegleiðari, Setrið
Deirdre Hansen, lestrarvegleiðari, Setrið
Bára A. Haraldsen, útbúgvingarvegleiðari – MÚ-samskipari